Keypstreytir

Keypstreytir 

Keypstreytirnar eru bert galdandi fyri keyp á heimasíðuni.
  1. Bílegging

Bíleggingin verður vanliga avgreidd innan 2 arbeiðsdagar. Vørur, sum ikki eru á goymslu, verða bílagdar. Spyr eftir veitingartíðini, um vørur eru útseldar.

Við rindan av gjaldskorti mást tú upplýsa kortnummar, útgongudag og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú THOMAS DAM og CO at taka upphæddina av tínari konto. Samskifti við SSL (Secure Socket Layer) er krypterað, soleiðis at hvørki THOMAS DAM ella annar óviðkomandi kann fáa fatur á tínum upplýsingum. Nærri upplýsingar um trygdina kunnu lesast her.

  1. Prísir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

  1. Gjaldstreytir

Rindast kann við:
1. Dankorti og Visa/Dankorti
2. Skuldskrivast á góðkenda konto hjá THOMAS DAM á Hálsi.

 

  1. Flutningstreytir

Útreiðslur av vørusendingini verður eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi frakttakstum, tó er minsta gjald kr. 95,00. Eru serliga stórar flutningsútreiðslur verða boð givin um hetta. Vørukeyp omanfyri kr. 5.000,00 íroknað mvg verður veitt ókeypis, har landfast er. Um vøra verður avheintað fellur flutningsgjaldið burtur.

 

  1. Veitingardagur

Vøra verður send í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar eftir keyp.

 

  1. Trygd/umbýting

Allar vørur kunnu latast inn aftur innan 14 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi. Hetta er tó ikki galdandi fyri vørur, ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan ella tilboðsvøru. Allar vørur eru umfataðar av 2 ára garanti, tó ikki slitdeilir og skeiv nýtsla av vøruni. Vøran kann sendast aftur til THOMAS DAM treytað av at hon er í uppruna innpakningi. Um so er at vøran skal umbýtast við aðra vøru, skal hetta gerast innan 30 dagar eftir at THOMAS DAM hevur sent vøruna.